Høgni bleiv heiðraður fyri sítt megnararbeiði

Høgni bleiv heiðraður fyri sítt megnararbeiði


- Hann er eitt livandi prógv um, at aldur og heilsustøða ikki er avgerandi fyri, hvussu langt mann kann røkka -

Høgni Kunoy Dávason hevur fingið heiðurin sum ársins ítróttafelagið 2019. Hann stovnaði taekwondofelagið Hwarang sum 10 ára gamal, har hann er íðkandi venjari, og síðan tá hevur felagið vaksið seg stórt.
Klaksvíkar kommuna lat virðislønina, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og Jón Hestoy úr ÍSF, handaðu virðislønina.
í grundgevingini varð sagt, at Høgni gongur undan í allar mátar. Hann er ein fyrimynd, stigtakari og íblástrarkelda til bæði børn og vaksin. Dugnaligur og evnaríkur íðkari. Við góðari javnvág millum rós og uppbyggjandi kritikk pressar hann tey, sum

 

hann er venjari hjá til at blíva betri. Eisini varð sagt, at fyri hann er tað ítrótturin og felagsskapurin, sum hevur hægstu raðfesting, og víðari var víst á, at hann einans var 10 ára gamal, tá hann stovnaði felagið.
Høgni er føddur við sjúkuni cystisk fibrosa.
- Hann er eitt livandi prógv um, at aldur og heilsustøða ikki er avgerandi fyri, hvussu langt mann kann røkka, varð sagt.
Høgni Kunoy Dávason nýtti høvi at takka íðkarunum, venjarum og foreldrunum, sum hann segði gjørdu eitt megnararbeiði.

Hetta er drongurin og felag hansara sum Helgafelli stuðlaði  - hann vann största heiður á gallaballi hjá ÍSF. Heilsa kiwanismonnum i Oyggjunum og ber teimum boðinim um hetta. Við tökk fyri hjálpina at fáa tað góða at grógva.
Vinarliga Petur Olivar í Hoyvík

In.fo greindi frá